Kringvarpið bloggar og sigur beinleiðis frá KÍ-dystinum á heimasíðuni

Kringvarpið bloggar og sigur beinleiðis frá KÍ-dystinum á heimasíðuni
Eins og til undanfarnu heimadystirnar hjá KÍ í UEFA Conference League bólki A, so ber til at fylgja við dystinum móti Slovan Bratislava beinleiðis her á heimasíðuni
KÍ-fjeppararnir hava verið fyrimyndarligir, meðan teir hava hava stuðlað liði sínum í UEFA Conference League-bólkaspælinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.11.2023 - 11:56

Kringvarp Føroyar hevur tíverri ikki rættindi at vísa dystirnar hjá KÍ í UEFA Conference League bólki A í sjónvarpinum.

Tað bleiv ov dýrt fyri stovnin, sum eisini flýtur tungt í sjónum fíggjarliga í løtuni. 

Roynt hevur verið at bera í bøtuflaka við støðuna her á heimasíðuni, har vit bæði hava bloggað og sagt beinleiðis frá heimadystunum hjá KÍ.

 

Beinleiðis frásøgn á heimasíðuni

Dysturin mói Slovan Bratislava á Tórsvølli í kvøld klokkan 17.45 er einki undantak. 

Símun Christian Olsen og Jóannes Jakobsen fara at siga beinleiðis frá dystinum her á heimasíðuni

Leinkið til frásøgnina, sum byrjar klokkan 17.35, verður eisini at finna á forsíðuni. 

 

Blogga eisini beinleiðis

Møguleiki verður eisini at fylgja við dystinum umvegis ein beinleiðis blogg her á heimasíðuni - ein liveblog, sum tað eitur á altjóða máli - frá klokkan 17.00. 

Uni Leitisstein Hansen, journalistur, og Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður, vera á Tórsvølli og fara at royna at geva fólki eina eitt sindur øðrvísi uppliving av dystinum. 

Høvi verður eisini at seta spurningar, meðan bloggað verður, ið vit fara at royna at svara eftir førimuni. 

Síggjast her á heimasíðuni frá klokkan 17. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101