Shane MacGowan deyður

Shane MacGowan deyður
Maðurin, ið skapti øðrvísi jólasangin "Fairytale Of New York", andaðist í nátt, júst sum útvarpsrásir kring heimin gera klárt at spæla hansara størsta hitt
Shane MacGowan gjørdist 65 ára gamal
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.11.2023 - 14:22

Fólk flest kenna Shane MacGowan fyri øðrvísi jólasangin "Fariytale of New York", sum hann framførir saman við Kristy MacColl og bólkinum The Pogues. 

Í nátt legði sermerkti enski tónlistamaðurin, í øllum stillum, árarnar inn, 65 ára gamal. 

Fyrrverandi sangarin í The Pogues hevur liðið av heilabruna (encefalitis) í eina tíð, áðrenn hann í nátt doyði. Shane MacGowan hevði konuna og systrina við sína lið, tá hann doyði um hálvgum fýra tíðina. 

Shane MacGowan bleiv føddur í Kent í Onglandi 25. desember 1957 av írskur foreldrum, og hann bleiv heimskendur í áttatiárunum sum sangari í bólkinum The Pogues. 

Shane MacGowan var errin av sínum írska upphavi, og serliga tulkingin hjá Shane MacGowan og The Pogues av sanginum "Dirty Old Town" hjá Ewan MacColl stendur eftir sum ein varði. 

 

Veddimál førdi til størsta hittið

Í 1987 útgav The Pogues sangin "Farytale of New York", ið Shane MacGowan og Jem Finer høvdu skrivað.  

Shane MacGowan hevur sjálvur sagt, at sangurin bleiv til sum eitt veddimál millum táverandi tónleikaframleiðaran hjá bólkinum, Elvis Costello, og The Pogues.

Costello tvíhelt um, at teir ikki kláraðu at skriva ein jólasang, ið bleiv eitt hitt. 

Sangurin lýsir eitt par, ið klandrast um jólini, og teir heittu á Kristi MacColl, ið var dóttir áðurnevnda Ewan MacColl, at syngja kvinnurøddina. 

 

Rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikar

Tað var kona Shane MacGowan, Victoria Mary Clark, og bar deyðsboðini á Instagram í dag.

Tey hava verið gift síðani 2018.

 

Shane MacGowan stríddist við rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikar heilt frá barnsbeini av. 

MacGowan legði av at drekka í 2016, áðrenn hann nú í 2023 legði árarnar inn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269