Kostnaðarmeting fyri Suðuroyartunnilin kemur fyri jól

Kostnaðarmeting fyri Suðuroyartunnilin kemur fyri jól
Tunnilin verður umleið 23 kilometrar til longdar
Fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin ganga væl. (Savnsmynd)
 
01.12.2023 - 12:10

Fyrireikingarnar av einum suðuroyartunli ganga væl, og undan jólum fæst at vita, hvat tunnilin fer at kosta, sigur Bergur Poulsen, formaður í nevndini fyri Suðuroyartunnilin, við Dimmalætting. 

Nevndarformaðurin sigur soleiðis um, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar:

 

01122023_Bergur_um_Sudurpyartunnil

 

Bergur Poulsen er nevndarformaður í partafelagnum Suðuroyartunlinum. (Savnsmynd)

 

Longdin á Suðuroyartunlinum verður 22,8 kilometrar.

Til samanberingar eru Eystur- og Sandoyartunlarnir umleið 21 kilometrar, slakar tveir kilometrar styttri. Verkætlanin við Suðuroyartunlinum kann tí samanberast við tær báðar verkætlanirnar, sum longu eru gjøgnumførdar, vísir Bergur Poulsen á. 

Hann ræður Løgtinginum til sum skjótast at seta pening av á fíggjarlógini til Suðuroyartunnilin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281