Páll á Reynatúgvu verður stjóri í VEKS

Páll á Reynatúgvu verður stjóri í VEKS
Hann tekur við starvinum 1. januar
Páll á Reynatúgvu tekur við stjórastarvinum í VEKS-samstarvinum á nýggjárinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.12.2023 - 15:17

Páll á Reynatúgvu verður nýggjur stjóri í VEKS

Eldrasamstarvið í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar-, og Sunda kommunu, VEKS, hevur sett Páll á Reynatúgvu í starv sum stjóra fyri økið.

Fyrr í ár setti stýrið í VEKS nýggja langtíðarætlan fyri eldraøkið fyri at framtíðartryggja okkara eldru eina neyva og dygdargóða tænastu. Í hesum sambandi hevur VEKS søkt eftir stjóra, sum skal mynda nýggju leiðina og vera við til at styrkja og menna økið.

- Tað hevur stóran týdning eftir mínum tykki at vera meira framsíggin og byrja at loysa tær avbjóðingar longu nú, sum liggja fyri framman við fólkasamansetingini. Nýggja kósin, sum VEKS hevur sett út í kortið, er nýhugsan, sum fangaði mín áhuga og tí bjóðaði eg meg fram til starvið, sigur Páll á Reynatúgvu í tíðindaskrivi frá VEKS.

 

Fysioterapeutur og diplomútbúgving

Páll á Reynatúgvu hevur heilsufakliga útbúgving sum fysioterapeutur og diplomútbúgving í heilsuleiðslu og frálæru.

Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu í politisku skipanini sum borgarstjóri, nevndarformaður í SEV, løgtingslimur, løgtingsformaður og landsstýrismaður, tá hann m.a. hevði yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum.

- Eg las til fysioterapeut og tók eina leiðsluútbúgving í heilsu, tí dreymurin var frá byrjan  at arbeiða á heilsuøkinum, men so fór eg upp í politikk, og var har í 25 ár.  Nú gleði eg meg at heilsa uppá starvsfólk og vera við at føra VEKS fram á leið, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann tekur við starvinum 1. januar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178