Kunnu fáa undantak at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum

Kunnu fáa undantak at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum
Ein lógarbroyting hjá Heilsumálaráðnum skal fáa samsvar millum føroysku heilsutrygdarlógina og nordisk konvention om social sikring um heilsutrygdargjald
Heilsutrygd væntar, tað fer at krevja eitt ársverk at umsita og viðgera umsóknir um undantak frá at rinda heilsutrygardargjald. (Savnsmynd)
 
03.01.2024 - 08:18

Skjótt slepst undan áralanga tvídráttinum um heilsutrygdargjald.

Ein lógarbroyting hjá Heilsumálaráðnum skal fáa samsvar millum føroysku heilsutrygdarlógina og nordisk konvention om social sikring um heilsutrygdargjald. 

Fólk sleppa sum nú er ikki undan at rinda til Heilsutrygd, tí lógin sigur, at øll, sum eru fylt 18 ár og búgva í Føroyum, eiga at gjalda, sama um tey eisini gjalda í Noregi til dømis.

Í galdandi lóg er ongin heimild hjá Heilsutrygd at gera undantak frá gjaldsskylduni. 

Hetta er ikki í samsvari við nordisk konvention om social sikring, og tí er neyðugt at broyta heilsutrygdarlógina.

 

Kunnu fáa undantak

Sambært lógaruppskotinum kunnu fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi, og sum ikki kunnu fáa frádrátt sambært skattalógini, fáa undantak at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Fólk missa tó ikki rættin at fáa veitingar, sum heilsutrygdarlógini gevur.

Tær eru til dømis ókeypis viðgerð hjá kommunulækna, ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatum sálarfrøðingi og tilskot til heilivág.

 

Eitt ársverk

Heilsutrygd væntar, tað fer at krevja eitt ársverk at umsita og viðgera umsóknir um undantak frá at rinda heilsutrygardargjald.

Lógarbroytingin fer tí at kosta 550.000 til 600.000 kr. um árið.

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV