60 kvinnur fingu viðgerð fyri barnloysi í fjør

60 kvinnur fingu viðgerð fyri barnloysi í fjør
Talið er meira enn tvífaldað seinastu 10 árini
Flestu føroysku kvinnurnar, sum fara í viðgerð fyri barnloysi, fara til Keypmannahavnar. (Savnsmynd)
 
03.01.2024 - 13:46

Talið á kvinnum, sum hava verið í viðgerð fyri barnloysi, er meira enn tvífaldað seinastu 10 árini, vísa tøl frá Sjúkrahúsverkinum.

Í fjør vóru 60 føroyskar kvinnur í Danmark fyri at fáa viðgerð fyri barnloysi.

Tað er tað mesta higartil og meira enn tvær so nógv sum 2014.

Tølini vísa, hvussu nógvar kvinnur hava verið í viðgerð, hóast tað ofta eru ein kvinna og ein maður við til viðgerðina.

Flestu føroysku kvinnurnar, sum fara í viðgerð fyri barnloysi, fara til Keypmannahavnar.

Treytirnar fyri at sleppa í viðgerð fyri barnloysi, har tað almenna kann bera kostnaðin, eru fleiri. Millum annað, at parið er í einum støðugum parlagi við felags bústaði í minsta lagi tvey ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418