Fólkatalið veksur: Sandoyartunnilin ger munin

Fólkatalið veksur: Sandoyartunnilin ger munin
Fólkavøksturin í Sandoynni hevur lutfalsliga verið meira enn meira tvær ferðir størri enn í restini av landinum
Sandoyartunnilin fær týdning fyri fólkavøkstur í Sandoynni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.01.2024 - 18:00

- Sandoyartunnilin hevur leingi verið á veg, so vit hava líka síðani  2010 verið klár at taka ímóti tí fólkavøkstri, vit síggja nú.

Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, nú 27 fólk eru komin aftrat hetta seinasta árið í Sandoynni. Vøksturin er tvey prosent.

Við ársbyrjan vóru vit 54.547 fólk í Føroyum, og er tað ein vøkstur upp á 0,9 prosent.

Men Sandoyggin hevur lutfalsliga havt ein fólkavøkstur, sum er meira enn tvær ferðir so stórur sum restin av landinum.

Í 2022 búðu 1255 fólk í Sandoynni, men í fjør vóru tey 1282 fólk, sum eru 27 fleiri.

 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, fekk heiðurin at skera snórin, tá Sandoyartunnilin læt upp fyri ferðslu 21. desember. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Hóast tølini kanska ikki eru so stór, er tað hugaligt at síggja henda fólkavøksturin, sigur borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg:

 

11012024_Gerhard

 

Bæði í Skopun og á Sandi vaks fólkatalið 12 fólk, og tað svarar til umleið hálvttriðja prosent.

Í Húsavík løgdust sjey fólk aftrat fólkatalinum, vøksturin er hálvtsætta prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444