Knívdrápið í Týsklandi í morgun er politiskt

Knívdrápið í Týsklandi í morgun er politiskt
Ein 50 ára gamal maður lat lív og tríggir fingu løstir, eftir at ein maður leyp á fólk uttanfyri tokstøðina í Grafing í Suðurtýsklandi í morgun
Grafing tokstøðin er framvegis avbyrgd
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
10.05.2016 - 11:04

Løgreglan váttar fyri týska blaðnum merkur.de, at gerningsmaðurin er 27 ára gamal, týskur ríkisborgari, og at maður framdi álopið av politiskum ávum. Løgreglan vil tó ikki vátta, um talan er um islamistiskt motiverað álop.

Løgreglan váttar fyri Suddeutsche Zeitung, at vitni hoyrdu gerningsmannin rópa "Allahu Akbar", meðan hann leyp á tilvildarlig fólk tíðliga í morgun.

Álopið hendi stutt fyri klokkan 5 í morgun, tá gerningsmaðurin stakk niður fyrsta ofrið. Tá tokið kom til støðina í Grafing vórðu tveir aðrir persónar stungnir niður, og siðani leyp 27 ára gamli gerningsmaðurin á fólk, sum súkklaðu framvið.

Avhoyringar

Løgregla og bjargingarfólk komu á staðið og tóku mannin av fótum og hann varð handtikin. 

Hann verður nú avhoyrdur, og tað verða vitni eisini. Tokstøðin er framvegis avbyrgd. 

Gerningsmaðurin skal verða týskur ríkisborgar, og ikki hava tilflytarabakgrund, og hann hevur ikki fyrr verið í kløtur við løgregluna, skrivar Ebersberger Zeitung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860