Valdagur í Fraklandi

23.04.2017 - 15:05
Útheimurin
Valdagur í Fraklandi
Forsetaval er í Fraklandi í dag. Hóast trygdartiltøkini eru herd, kennist dagurin vanligur, sigur Tórunn Johannesen, sum býr í Nice í Suðurfraklandi
Tórunn Johannesen býr í franska býnum Nice

57.000 politistar og hermenn eru sendir út at ansa eftir valstøðunum, nú fraklendingar í dag skulu velja forseta.

Miðlarnir skriva, at valið er merkt av nógvum trygdarfyriskipanum, serliga eftir yvirgangsatsóknina á Champs Elysées hóskvøldið, tá yvirgangsfólk skutu ein politist og særdu aðrar.
Longu áðrenn atsóknina hósdagin varð avgjørt, at hava eyka trygd í sambandi við valið. 50.000 politistar og 7.000 hermenn vera til arbeiðis - á gøtuni og valstøðum - fyri at verja veljararnar.
Serliga í Suðurfranska býnum Nice, har 86 fólk doyðu í eini yvirgangsatsókn á tjóðardegnum í fjør, er trygdin herd. Á øllum 292 valstøðunum er forboð sett fyri at lastbilar og bilar parkera nærhendis valstøðini, sigur ein talsmaður fyri valmyndugleikarnar við DR.

Føroyska Tórun Johannesen býr í Nice við familjuni. Hóast tað merkirst í býnum, at fleiri politistar og hermenn eru, er ikki so nógv broytt á sjálvum valstaðnum, heldur hon.

Forsetavalið í Fraklandi er soleiðis skipað, at um ongin av valevnunum fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, fara tey bæði sum hava flestar atkvøður víðari til annað valumfar. Tann dagurin er longu ásettur at vera 7. mai. tann sum fær flestar atkvøður tá verður nýggjur forseti í Fraklandi næstu fimm árini.
Fær eitt av valevnunum yvir 50% í dag, verður onki annað valumfar. So verður hann ella hon forseti. Hetta er tó ongantíð hent áður, at bara eitt valumfar hevur verið.
11 valevni eru til forsetaembætið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902