- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Árligu Bókadagarnir verða um vikuskiftið, og tað setir dám á hendan Mentanarmikudagin í Nón.
Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, greiðir frá Bókadøgunum 2019.
Silja Aldudóttir hevur týtt vælumtóktu norsku røðina SKAM, og hon kemur at greiða frá týðingini og fyribrigdinum SKOMM, sum røðin nú eitur á føroyskum. Samstundis kemur Marna Jacobsen at hugleiða um ungdómsbókmentir og rák í ungdómsbókum.
Vit hava eisini tvey ummæla á skrá í dag. Hilda Bolstad Mortensen ummælir júst Skomm, og Malan Marnersdóttir ummælir skaldsøguna Jarðarferðin eftir Jóanes Nielsen.
Á Bókadøgum kemur eisini út nýggj krimiskaldsøga eftir Steintór Rasmussen: "Ein er tíðin at liva". Steintór kemur á gátt fyrst í seinna tímanum.
Vit hava sum vant tveir fastar tættir á skrá mikudag. Í táttinum Mítt listaverk vitja vit Jústinus Leivsson Eidesgaard, sum greiðir frá sínum yndislistaverki.
Og vit enda í dag við Mentanarálmanakkanum.
Vælkomin til Mentanarmikudag í Nón.