Nón

Kann rock'n roll verða filosofiskt?
05-04-2018
Vit tosa um tónleikin hjá Dánjal og Afenginn. Vit ummæla opera og bøkur. Og kjakast um føroyskan dans.

Um vikuskiftið verður ein serlig konsert, har bólkarnir Dánjal og Afenginn fara á pall saman. Dánjal á Neystabø er í Nón, og vit tosa við hann um hansara tónleik, og hvussu tað er at vera tónleikari í Føroyum.
Skulu foreldur at skúlabørnum hava møguleika fyri at taka børn síni úr tímunum, tá børnini læra kvæði og at dansa føroyskan dans? Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum kjakast um føroyskan dans í fólkaskúlanum.
Operan Laparello hevur gingið fyri fullum húsum á Tjóðpallinum. Duritu Sumberg Poulsen, dramaturgur, og Riu Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, ummæla fyrstu operuna hjá Opera.fo.
Føroyska bókaútsølan er størri í ár enn nakrantíð. Vit tosa við Kára Árting, formann í bókahandlarafelagnum, um úrvalið hesa ferð.
Í dag hava vit eisini tvey bókaummæli til tykkara. Jógvan Isaksen ummælir søgusavnið Morgunfrúa eftir Sólruna Michelsen og 32 bagatellir eftir Katrina Ottarsdóttir.
Og í klassiska horninum fara vit Bach to basic.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022