- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Føroyska flogsøgan tekur seg upp í árunum eftir Seinra heimsbardaga. Og í dagsins TemaTýsdegi varpa vit ljóð á føroyingar á flogi.
Jógvan Arge hevur skrivað bókina í Føroyar í flogsøguniu, og saman við Jógvani seta vit orð á tíðarskeiðið frá Seinra heimsbardaga til 1970.
At fáa føroyingum luft undir veingirnar var ein gamal dreymur, sum eydnaðist, tá Atlantic Airways fór á flog 28. mars 1988. Men hvør var tilgongdin? Hesar og aðrar spurningar seta vit Lassa Klein, sum ivaleyst er landsstýrismaðurin, sum meiri enn nakar annar fekk føroyingum luft undir veingirnar.
John Kruse lat herfyri úr hondum bókina Atlantsflog 30 ár. John, sum eisini var løgreglumaður á flogvøllinum í mong ár, vitjar útvarpsstovuna.
Lars Larsen er ein av stóru undangongumonnunum, tá talan er um flogferðslu í Føroyum. Vit hava hitt Lars Larsen, og hann verður at hoyra í byrjanini av seinra hálvleiki.
Fleiri og fleiri ferðast um Vága Floghavn. Vit spyrja nevndarforkvinnuna Kitty May Ellefsen um status og framtíð.
Eisini fara vit at fregnast hjá stjóra Atlantic Airways - Jóhonnu á Bergi, um eitt nú hvørjar ætlanir føroyska flogfelagið hevur framyvir.
Annika Jespersen fór longu í 1979 á flog sum flogterna, og tá var hon í starvi hjá Maersk Air. Og stutt eftir at Atlantic Airways fór á flog, fekk hon starv hjá føroyska flogfelagnum. Vit tosa við Anniku um eitt nú broytingarnar í ferðamynstrinum og hvat tú leggur dent á, tá eitt nýtt flogfar verður innrættað.
Tú kanst hoyra sendingina her!