- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvørt leygarkvøld í seks vetrar hevur hann skonkt sangir og smásøgur úr Plátubarrini, og nú leygarkvøldið leggur hann aftur til brots. Jákup Magnussen, vertur í Plátubarrini, er hósdagsgestur í Nón.
Myndlistamaðurin Brandur Patursson er ein teirra, sum á fyrsta sinni hevur fingið listaløn í trý ár. Vit práta við Brand um ætlanir og list sum fast starv.
Í Suðuroy ætlar SEV at útbyggja orkukervið við vindmyllum og størri vatngoymslu í Ergidali vestan fyri Hov. Hvussu stór inntriv kunnu vit gera í náttúruna fyri at vinna grøna orku? Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, og Martin á Fløghamri frá FNU fara at kjakast um grøna orku og náttúruinntriv í Ergidali fyrst í seinna tímanum.
Shhh!.. er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur, skaptur úr dokumentariskum tilfari um harðskap í heiminum. Leikurin verður framførdur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, og vit fregnast hjá verkætlanarleiðaranum, Sunnuvu Bæk.
Øll Nón frá hósdegnum kann hoyrast her