- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
"Feministurin" er filmur um heimskenda svenska feminstin Gudrun Schyman. Gudrun Schyman verður í Nón.
Tvær politiskar bøkur eru beint nú komnar út, ávikavist "Tann føroyski samleikin" eftir Jógvan Skorheim og "Skerpikjøt" eftir Sjúrð Skaale. Vit hitta borgarstjóran og fólkatingsmannin.
Á bókadøgunum varð vinnarin í stóru skaldsøgukappingini avdúkaður, og Oddfríður Marni Rasmussen streyk avstað við teimum 100.000 krónunum. Men hvussu tekur tú dagar ímillum 19 skaldsøgur. Tað fáa vit svar uppá fyrst í næsta tímanum, tá ið umboð fyri dómsnevndina koma í Nón.
"Tónar úr innastu tøgnini" er nýtt savn við yrkingum eftir Gunnar Hoydal. Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, umrøður og ummælir nýggja yrkingasavnið eftir Gunnar.
Tíðarritið Vencil 19. er útkomið. Vit tosa við ritstjórarnar báðar, Oddfríð Marna Rasmussen og Arnbjørn Ólavson Dalsgarð, um innihaldið hesa ferð.