- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvussu verða jólini hildin í øðrum og kanska meiri fjarskotnum londum? Vit fara á gátt hjá Jean Dela Cruz Guðjonsson, sum er ættað av Filipsoyggjunum.
Hvussu sá ein føroysk jólastova út um ár 1900? Hvussu sá hon út undir seinna heimsbardaga? Hvussu sá hon út undir læknastríðnum? Og hvussu var hon innrættað, tá ABBA spældi Waterloo? Vit fara guidaðu ferðina á serligu jólaframsýningini í Finsen.
Hava kirkjuliðini í Føroyum hvør sítt tempo, tá ið tey syngja? M.a. tann spurningin fara vit at útgreina saman við organistinum og kórleiðaranum Leif Hansen, sum eisini setir sálmasang inn í ein søguligan samanhang.
Vit fara eisini eitt legg aftur til tíðina við tundurkassum, áðrenn rúsdrekkalógin frá 1992 broytti alt. Postmaðurin Heri Simonsen greiðir okkum frá tíðini, tá ið Posthúsið var fult av hvítum kassum.
Og hósdagur hava vit sum vant eitt stuttligt prik frá Jákupi Veyhe.