Nón

Nón 08.01.19 - Tematýsdagur um Kuba
08-01-2019
60 ár er liðin síðan kollveltingina í Kuba

Kuba er bæði ein fyrimynd og ein ræðumynd.
8. januar vóru 60 ár eru liðin, síðan Castro tók valdið í Kuba eftir kollveltingina, sum hann m.a. framdi saman við Che Guevara og partisanunum. Tematýsdagurin í Nón viðger Kuba søguliga og samfelagsliga, og vit lýsa eisini m.a. tónleikin, salsadansin og byggilistina í litríka landinum.
Sonne Smith og Tórbjørn Jacobsen lýsa søguna og samfelagið. Hvat elvdi til kubansku kollveltingina, og hvussu hevur hildnast nú seksti ár seinri.
Ein av heimsins bestu telvarum var cubanin José Capaplanca. Og saman við Suna Merkistein, kringvarpsmanni og telvara, gera vit eina vangamynd av heimskenda telvaranum.
Kubanski tónleikurin hevur við síni rót í vesturafrikanskum og europeiskum tónleiki havt sera stóra ávirkan á tónleik um allan heimin. Vit fara á ferð í kubanska tónleikauniversinum, saman við Rógva á Rógvu, trummusnillingi og tónleikalærara.
So skjótt, tú hoyrir kubansku rútmurnar, er torført at standa still ella stillur. Og saman við Luisu Sofíu Eliasen, sum er fleirfaldaður danmarksmeistari í dansi, verður farið í salsadans.
Hóast vit ofta seta Kuba í samband við eldri og meiri siðbundna bygningsmentan, telist Kuba eisini millum tey fyrstu latínamerikonsku londini, ið tóku modernismuna til sín, tá talan er um arkitektur. Saman við Roberti Thomassen, arkitekti, fara vit eina arkitektoniska rundferð í Cuba.
Tematýsdagurin um Kuba kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022