- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Leygardagin 12. januar rundaði danski kórleiðarin og tónaskaldið John Høybye tey áttati. Og John Høybye hevur eisini ofta verið í Føroyum. Vit tosa við John Høybye sjálvan, samstundis sum vit eisini fáa orðið á Frits Johannesen, Lindu Toftegaard, Leif Hansen og beiggjarnar Eyðun og Jógvan á Lakjuni.
Leygardagin 12. januar vóru 43 ár liðin, síðani heimskendi og slógbrótandi krimihøvundurin Agatha Christie lat eyguni aftur. Og hvat var so serligt við Agathu Christie? Vit spyrja føroyska krimihøvundan Jógvan Isaksen.
I gjár vóru 100 ár liðin, síðani sosialistiska kollveltingar- og hugsjónarkvinnan Rosa Luxemburg varð dripin. Og saman við Marnu Jacobsen tekna vit ein vangamynd av henni.
Tú kanst hoyra sendingina her!