- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í dag eru 125 ár liðin, síðani Victor Danielsen varð borin í heim í Søldarfirði. Og Victor Danielsen var ein sera ágrýtin maður, ið legði úr hondum føroyska Bíbliutýðing, umframt eina ørgrinnu av sangum, sálmum, bókum og øðrum virksemi.
Í fyrra tímanum fara vit - saman við Jógvani á Lakjuni, Jákupi á Lakjuni og Jóannesi Hansen at lýsa Victor Danielsen úr ymiskum sjónarhornum.
Í kvøld fer Sangleikabreytin í E-Námi á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við sangleikinum Grease. Vit hava verið á gátt.
Í dag var verkstova um atgongd til talgild tíðarrit og dátugrunnar í Kongshøll. Vit tosa við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, um hví tað er týdningarmikið at vísundalig tíðarrit gerast ókeypis.
Tú kanst hoyra sendingina her!