- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Vit eru í einum politiskum valári, og løgtingsval verður helst í summar. Áðrenn tað formliga valstríðið av álvara fer í gongd, bjóða vit formonnunum í teimum politisku flokkunum í Nón, ein fyri og annan eftir.
Annar formaðurin í røðini er Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.
Dag og dagliga hoyra og síggja vit illsinnisgleps úr ymsum heraðshornum um okkara politikarar. Tað politiska kann blíva nokk so persónligt, men hvør er so persónurin aftan fyri politikkin. Vit gera eina roynd at koma aftur um barrikadurnar hjá tí politiska menniskjanum.
Hvørjir eru teir, hvaðani kemur politiski áhugin frá, og hví vilja teir valdið. Hvussu er tað politiska menniskjað? Floksformenninir sleppa eisini at royna seg í eini spurnarkapping. Og so spyrja vit teir eisini um politikkin, sum alt snýr seg.
Hoyr næstu sendingina her.