- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Northern Assembly er ein spennandi tónleikabólkur við bústaði í Danmark, einari altjóða ljóðmynd - og einum hálvum sørvingi.
Fyrst í sendingini fregnast vit um bólkin, tá vit tosa við sangarinnuna og hálvu sørvágskvinnuna Dinu Dánialsdóttir.
Louisa Sofía Eliasen hevur verið Danmarksmeistari í dansi, og er vaksin upp við trimum mentanum: Teirri peruansku, donsku og teirri føroysku.
Vit skifta orð við hana um eitt nú margmentaðan uppvøkstur, dans á elitustøði, og latínamerikanskar dansir, tá hon kemur á gátt.
Hvør er politikkarin - og hvør er politikkurin? Vit fregnast miðskeiðis í sendingini, tá Politiskur Tími verður á skránni, og tá vitjar Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, um runda borðið.
Vit tosa við Aksel V. Johannesen um persónin og politikkin, samstundis sum formaðurin eisini fær nakrar øðrvísi spurningar og avbjóðingar.
Tú kanst hoyra sendingina her!