- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í dag vitja vit tvær summarframsýningar: My own space í Steinprenti og Summarlist 2019 í Posthúskjallaranum í Klaksvík.
Í Steinprenti hitta vit Kinnu Poulsen, ið hevur sett framsýningina upp, og tað verður fyrst í sendingini.
Í byrjanina av seinra tímanum fara vit til Klaksvíkar, har vit hitta Jórun Høgnesen, sum hevur sett upp framsýningina Summarlist 2019 í Posthúskjallaranum.
Eisini hitta vit Edward Fuglø, fjøllistarmann, ið eigur eitt av høvuðsverkunum á Summarlist 2019, nevniliga 5 metrar stóru installatiónina Whale War.
Knút Háberg Eysturstein lat herfyri bókina Heimurin, ið hvarv - sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin úr hondum. Jógvan Isaksen ummælir nýggja verkið.
4. september eru 140 ár liðin síðani tónaskaldið og listamálarin Jógvan Waagstein varð føddur, og í hesum sambandi verður skipað fyri einum serligum hátíðarhaldi í Klaksvík fríggjadagin, tá ein bringumynd av Jógvani Waagstein verður avdúkað í nýggju lundini í miðbýnum í Klaksvík.
Vit fregnast um skránna, samstundis sum vit eisini hitta sytskini Gullu Øregaard og Eyðun Waagstein, ið eru abbabørn hjá Jógvani Waagstein.
Fyri sløkum tveimum vikum síðani andaðist heimskendi arkitekturin I. M. Pei - 102 ára gamal. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, minnast vit I. M. Pei, ið óiva er mest kendur fyri at hava teknað glaspyramiduna til Louvre listasavnið í París.
Tú kanst hoyra sendingina her!