- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin - stroyming
Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, Tjóðveldi, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, Karlot Hergeirsson í Framsókn, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum vóru í Breddanum og kjakaðust um fosturtøkuspurningin.
Í hesi vikuni verður uppskotið nýggja fosturtøkulóg lagt fyri tingið. Galdandi lóg er frá 1956.
Spurningurin er, um vit skulu hava eina nýggja fosturtøkulóg fyri hana, sum nú er 68 ára gomul.
Undir heitinum "Abort - grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv," hava Turið Hermansdóttir og Turið Nolsøe savnað níggju greinar um fosturtøku í bók. Niðurstøðurnar í bókini vórðu eisini partur av kjakinum.
Breddin - stroyming
Stroymingin av Breddanum, sum er ein sending um aktuel evni, ið verður send í útvarpinum týs-, hós- og fríggjadagar kl. 10.