Krígsbørnini

Krígsbørnini (1:2)
15-03-2018
Fyrri partur.

Hundraðtals føroyskar kvinnur gingu saman við bretskum hermonnum undir seinna heimsbardaga. Nógvar giftust í Onglandi, men hjá øðrum gekst verri. Tær bíðaðu, men hermaðurin kom ikki aftur.

Ofta vistu tær ikki at siga frá hesum monnunum. Kanska var hann fallin á hermótinum, ella eisini vildi hann ikki koma aftur til kvinnuna, sum hann hevði gingið saman við í Føroyum. Eftir stóðu tær mongu einligu mammurnar og ikki minst børnini við spurningunum.

Fleiri av krígsbørnunum vóru illa happaði, bæði av børnum og vaksnum. Mong bíðaðu í fleiri áratíggju við at leita eftir sannleikanum um pápan, sum ikki kom aftur til Føroyar eftir kríggið.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.

Krígsbørnini

Hundraðtals føroyskar kvinnur gingu saman við bretskum hermonnum undir seinna heimsbardaga.

Fleiri av krígsbørnunum vóru illa happað, bæði av børnum og vaksnum. Mong bíðaðu í fleiri áratíggju við at leita eftir sannleikanum um pápan, sum ikki kom aftur til Føroyar eftir kríggið.

Seinni partur
22-03-2018
Fyrri partur.
15-03-2018