- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin
Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund.
Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum.
Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.
Í hesi skaldsøgu verður megin í máli og náttúru kannað, og spurnartekin sett við, hvørja ábyrgd menniskjan eigur í nútímans skiftistíðum, har fáment mál og náttúrumargfeldi eru hótt.
Skaldsøgan Eden eftir Auður Ava Ólafsdóttir kom út í 2022. Í 2024 gav Sprotin bókina út í føroyskari týðing eftir Turið Sigurðardóttir.
Gestir í Lesikrókinum eru Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur, og Jákup á Lakjuni, sum hevur eina samansetta MA í føroyskum og teologi.