Lesikrókurin

Lesikrokurin - Pløg beinagrindir teirra deyðu
15-06-2023
Eyðun Klakkstein er vertur

Í Lesikrókinum hesa ferð verður bókin "Pløg beinagrindir teirra deyðu" umrødd. Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.

"Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi.

Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskotnari bygd har suðuri í Póllandi nærindis markið til Kekkia. Hon hevur lítið lærarastarv ein dag um vikuna, og um veturin ansar hon eftir summarhúsunum har á leiðini. Stóra áhugamál hennara er astrologi, og hon hevur stóran samhuga við djórum.

Hendingarnar í bókini taka ferð á seg, tá ið ein veiðimaður doyr undir løgnum umstøðum. Síðani doyr løgreglustjórin eisini, og illgruni er um dráp. Løgreglan er í villareiði, men Janina heldur seg síggja eitt mynstur í gátuni.

Gestir í Lesikrókinum eru Ben Arabo, Gunvør Balle og Jústinus Eidesgaard.

 

 

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Vertur er Eyðun Klakstein
28-03-2024
Eyðun Klakstein er vertur.
29-02-2024
Vertur er Eyðun Klakstein.
23-11-2023
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023
Eyðun Klakkstein er vertur
15-06-2023
Vertur er Eyðun Klakstein
18-05-2023
Eyðun Klakstein er vertur.
04-05-2023
Vertur er Eyðun Klakstein
23-03-2023
Vertur er Eyðun Klakstein.
23-02-2023
Vertur er Eyðun Klakstein.
26-01-2023
Eyðun Klakkstein leggur til rættis
22-12-2022