- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesikrókurin
Lesikrókurin: Menn í mínari støðu
27-09-2021
Til umrøðu hesaferð er skaldsøgan Menn í mínari støðu eftir Per Petterson
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, og Marna Jacobsen, fráfarandi ritstjóri um bókina Menn í mínari støðu eftir Per Petterson. Vit tosa um sorg og kreppu, og um hvussu menn handfara sorg og kreppu í bókmentum á høgum støði.
Vertur er Eilen Anthoniussen.
Lesikrókurin
Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.
Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesa ferð ummæla Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm bókina "Reyðhærda kvinnan" eftir Orhan Pamuk. Vertur er Eyðun Klakstein.
25-04-2024
Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" hjá Bernhard Schlink umrødd. Beinir Bergsson týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út.
28-09-2023