Minnist tú enn?

"Tað gongur ófatiliga væl...!"
08-05-2019
Nalja, Dynamit, Blátt, Chase o.a., 1988-1992

Búskapurin er heitur, pulsurin er títtur og fepurin høgur. Soleiðis er í Føroyum síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Øll ríða á einum aldukambi, men undir lokinum prutlar, eisini úti í heimi. Eitt politiskt siðaskifti er í umbúna í Evropa, og í Føroyum síggjast tekin til samfelagsligt hóttafall.

Rútmiski tónleikurin blómar hesi árini. Út koma framvegis plátur, bond og fløgur í stórum tali. Tónleikurin er sum lívsstílurin tey árini - lættur og lívskátur. Í 1988 er havnarduettin Nalja tað fríska summarlotið við slóðbrótandi elektroniskum poppljómi og dárandi løgum. Úr Klaksvík fáa vit nýggja bólkin Dynamitt og árið eftir Blátt við útgávuni "Til allar vinir."

Sum úrslit av MTV-ávirkanini brýtur bólkurin Chase seg brádliga fram í 1990. Síðhærdu og leðurklæddu Chase-arnir við runavíkingunum Edmund Jacobsen og Niclas Johannesen á odda hugtaka ungdómin við sínum frískliga spæli og livandi pallframførslum í høllunum kring landið. Hallardansurin er í hásæti hesi árini.

Uttan úr heimi vitja kendir bólkar og einstaklingar. Uriah Heep koma í 1988, Dr. Hook í 1989, sama summar vitjar italska songkvinnan Sabrina, og í 1992 er gravgangurin at hoyra enska bólkin Smokie so stórur, at fólk svíma í høllini á Hálsi.

Føroyskar dygdarútgávur koma hesi árini; í 1990 letur havnarbólkurin Terji & Føstufressar frá sær sítt meistaraverk, og eftir steðg í nøkur ár koma Frændur í 1992 við fjórðu útgávuni, "Mítt land."

Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Eivør, Teitur og hini
12-06-2019
Týr, Clickhaze, 200 og Brandur Enni, 2000 - 2003
29-05-2019
Moirae, Mark No Limits, Taxi og Lena, 1995-1999
22-05-2019
Mold, M.C. Hár, Visible Fish, Enekk o.a., 1990-1995
15-05-2019
Nalja, Dynamit, Blátt, Chase o.a., 1988-1992
08-05-2019
Frændur og hinir, 1985-1988
01-05-2019
Judy & Óli, Fróði & Deiggj, Devon, Símun úr Konoy o.a., 1983-1985
24-04-2019
Tónlist, Tinganest, Vestmenn o.a., 1980-1983
17-04-2019
Straight Ahead, Hjarnar, Kræklingar o.a., 1974-1979
10-04-2019
Rabbits, Harkaliðið og Debess & Petersen, 1968-1973
03-04-2019
Silly Boys, Thunderbirds, Cream Crackers og hinir, 1967-1970
20-03-2019
Faroe Boys bróta slóð, 1962-1967.
13-03-2019