O, móðurmál

- Nú er tann stundin
31-03-2016
Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi.

Stutt eftir, at Føringafelag er stovnað í 1888 og Føringatíðindi, fyrsta avís, skrivað á føroyskum, kemur út í 1890, tekur seg upp tvístøða um føroyska skriftmálið. Málfrøðingurin Jakob Jakobsen mælir til eina ljóðfrøðiliga stavseting heldur enn hina upprunafrøðiligu málskipanina hjá Hammershaimb.

Í 1895 verður samtykt uppskot um Broyting, sum er ein linking í Hammershaimbs-stavsetingini, men mótstøðan er stór, og sum frá líður verður gingið frá semjuni um Broyting. Føringafelag klovnaði av harða stríðnum, og í 1906 fáa vit politiskt floksbýti á tingi. Tann breiða tjóðskaparrørslan er syndrað av innanhýsis málstríði. Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi. Í 1912 verður tann umstrídda grein 7 samtykt, ið ásetur, at danskt er kenslumál í Føroyum. Eldsálir strevast kortini uttan íhald at vinna føroyskum betri sømdir. Í 1930-árunum fæst politiskur meiriluti í Føroyum fyri kravinum um, at føroyskt verður javnsett við danskt í kirkju og skúla.

Sagt verður eisini frá lyklapersónum í málstríðnum; V.U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Fríðrik Petersen, Jákup Dahl, A.C. Evensen o.a. 

O, móðurmál

Føroysk sendirøð í trimum pørtum, ið lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag.

Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar og onnur greiða frá. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.

Stóra avbjóðingin hjá føroyskum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?
07-04-2016
Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi.
31-03-2016
Í hesum fyrsta partinum taka vit okkum fram til 1905.
27-03-2016