Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Aalborg - fyrri partur
30-10-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum

Vit hitta Lisbeth Solmunde Michelsen, prest, í vøkru Vor Frue kirke í miðbýnum í Aalborg, her hon hevur verið avloysari. Hóast hon er farin um tey sjeyti, er hon framvegis virkin sum prestur. Hon hevur framvegis nógvar kirkjuligar tænastur fyri føroyingar í Danmark og alt er sjálvboðið. Ein prestur er fyri føroyingar í Keypmannahavn og Lisbeth heldur, at tað er eisini stórur tørvur á einum starvi sum prestur fyri føroyingar í økjunum utt anfyri Keypmannahavn.

 

29 ára gamli Hans Jákup Abrahamsen úr Oyndarfirði hevur frammanundan verið kokkur. Nú gongur hann fyrsta árið á læraraskúla í Aalborg, og hann ætlar sær heimaftur til Føroya so skjótt sum hann verður liðugur. Kortini trívist hann væl í Aalborg og hann hevur ein stóran vinaskara.

 

Vitjað verður í einum føroyskum bindiklubba í Aalborg. Hann hevur verið til í 33 ár og tær siga, at tær binda millum lítið og einki tá tær koma saman einaferð um mánaðin. Tað er mest hugnin og samveran, sum hava týdning. Tað var í Føroyingafelagnum Álaborg at tær fingu hugskotið til bindiklubban.

 

Klaksvíkingurin Gunnar Jørgensen hevur stovnað G. Jørgensen Aps, sum er eitt arkitekta- og verkfrøðingafelag, ið teknar og ráðgevur mest í sambandi við virkisbygningar. Beint nú fyrireika  teir eina nálaverksmiðju hjá Novo Nordisk, sum fer at kosta omanfyri eina hálva milliard krónur. Fimm mans arbeiða hjá felagnum og allir eru føroyingar. 

 

Christa Ellefsen Blåsvær úr Havn er kommunulækni í Aalborg, og saman við trimum øðrum kommunulæknum hevur hon fingið nýggj og snotilig viðtaluhøli á gongugøtuni. Nógv er gjørt burtur úr bæði litum, ljósi og og ikki minst ljóðviðurskiftunum. Christa sigur, at nógvir føroyingar í Aalborg, sum hava brúk fyri kommunulækna, koma higar.

 

Føroyingar í Aalborg hava fingið seksmannafarið Herning frá Knørrafelagnum í Havn og hann eitur nú Álurin. Áhugin at rógva er stórur og tey hava fýra manningar - tvær við monnum og tvær við kvinnum. Tey ætla at bjóða hinum føroysku manningunum í Danmark av í kappingum.

 

Tey, sum eru við í hesum fyrra partinum í Aalborg, eru: Lisbeth Solmunde Michelsen, Hans Jákup Abrahamsen, Sólgerð Torp, Annika Jensen, Majken Dam Frederiksen, Ellen Dalsgarð, Heidi Haraldsen, Gunnar Jørgensen, Allan Midjord, Teitur Olsen, Krista Ellefsen Blåsvær, Steinar á Tórgarði og Karina Spange Davidsen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023