Løgmaður vil hava 50-100 milliónir í tilfeingisgjaldi

Løgmaður vil hava 50-100 milliónir í tilfeingisgjaldi
100 milliónir skulu sparast á fíggjarlógini, og eins nógv skal fáast í nýggjum gjøldum

20.01.2012 - 16:03

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil hava millum 50 og 100 milliónir krónur í tifeingisgjaldi frá makrelveiðun í ár.

Løgmaður sigur við Dimmalætting, at sambært fíggjarlógaruppskotinum skulu sparast 100 milliónir kr. Og semja er um, at landskassin skal hava eins nógv í nýggjum gjøldum, sum spart verður. Tað kann einans koma frá einum tilfeingisgjaldi, sum verður millum 50 og 100 milliónir, sigur løgmaður við Dimmalætting.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at tilfeingisgjald/loyvisskattur kann áleggjast feløgum, sum hava serliga stóran vinning.

- Vit kunnu vænta okkum einar 10 milliónir tann vegin, men tað er langt frá nóg mikið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Løgmaður sigur, at samgongan fer nú at viðgera spurningin um tilfeingisgjald.

- Eg kann tó siga so mikið, at verður avgjald lagt á hvørt kilo av makreli, verður tað ikki 25 oyru hesaferð. Tað var alt ov lítið seinast, og gjaldið verður væl hægri enn tað, sigur løgmaður við Dimmalætting

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360