Her finnur tú kunning um, hvussu tú brúkar stroyming og heimasíðuna. Hygg fyrst her, um tú rennur teg í onkran trupulleika.
Hendan síðan verður dagførd javnan, so kom aftur av og á fyri at kunna teg.
Stroyming sløknar á Android-fartelefonum
Fleiri hava sagt frá, at útvarpsstroymurin sløknar, tá telefonin sløkkir skermin. Hetta hevur ikki nakað við KvF at gera – allir stroymir steðga uttan mun til, hvør veitarin er. Trupulleikin sýnist at vera Power-Save stillingin í Android 9.
Far inn á Settings->Device Care/Maintenance->Battery og stilla til 'High Performance mode' (kann eisini vera 'Power save Off', so skuldi riggað aftur.)
Summir kagar steðga ljóðinum um tú fert á onkra aðra síðu. Um tú trýstir á pausu og play áðrenn tú skiftir síðu, so riggar. (Chrome, kanska aðrir eisini)
Um stroyming – sjónvarpið
Stroyming ger tað møguligt at hyggja eftir sjónvarpinum, har netsamband er, ígjøgnum vanligt breiðband ella 4G.
KvF stroymir alt tilfar, ið verður sent, men ikki alt tilfar kann síggjast allastaðni í verðini. Í ávísum førum hevur KvF bert loyvi at senda innanlands, t.d. landsdystir og útlendskt tilfar.
Tá tilfar ikki er loyvt at vísa uttanlands, ger stroymingskipanin av, hvar hyggjarin er staddur. Til hetta verður GeoIP brúkt. Hetta merkir, at skipanin hyggur eftir, hvør IP-adressan á tínum tóli er fyri at gera av, um tú ert í Føroyum ella ikki. Hesin hátturin at finna út av hvar brúkarin er staddur er mest nýtti háttur til at avmarka stroyming til ávíst land ella øki.
Hví síggi eg ikki sjónvarpið? Eg eri uttanlands ella brúki VPN.
Um tú ikki sært sjónvarpið á netinum, er tað tí, at tilfarið á skíggjanum beint nú ikki kann vísast uttanlands. Sum nevnt omanfyri er tað IP-adressan á tólinum hjá tær, ið avger, um tú sleppur at hyggja ella ikki.
Í sjónvarpsskránni á kvf.fo, eru summar sendingar merktar við einum FØ fýrakanti. Hesar kunnu bert stroymast í Føroyum.
GeoIP mekanisman hyggur eftir, hvørjum landi IP-adressan er skrásett í. Samsvar er ikki altíð millum hesa skráseting, og hvar tú ert stødd/staddur! T.d. hava summir internet-veitarar í Føroyum danskar IP-adressur – tá riggar ikki. Somuleiðis er onkur veitari í Føroyum til 4G fartelefonnet, ið brúkar íslendskar adressur.
Tú kanst lættliga sjálv/ur kanna, hvar IP-addressan í tínum tóli hoyrir til:
Far inn á https://www.wizcase.com/tools/whats-my-ip/, so sært tú, hvar skipanin sigur teg vera.
Onkuntíð riggar, onkuntíð ikki
Fartelefonir ella teldlar, ið hava SIM-kort ísett, sleppa onkuntíð fram at sjónvarpinum, onkuntíð ikki. Hetta kann hava samband við, hvat net tú hevur samband við! Um tú ert á 4G-netinum, hevur títt tól eina aðra adressu, enn um tú hevur samband gjøgnum Wi-Fi.
Hetta kann gerast rættiliga fløkjasligt viðhvørt: Um tú ert uttanlands, hevur tín fartelefon eina føroyska addressu, um tú hevur 4G tendrað, men ikki um tú brúkar Wi-Fi sambandið á hotellinum!
Á sama hátt kunnu útlendingar, ið eru staddir í Føroyum, bert síggja sjónvarpið, um teir eru á Wi-Fi, men ikki um teir eru á 4G.
ChromeCast riggar ikki, ella bara viðhvørt
Media á heimasíðuni eigur sum útgangsstøði at virka við Google ChromeCast (og Apple AirPlay).
Tó eru einstøk krøv, ið mugu vera uppfylt:
1. Tóleindin (snildfon/telda/teldil o.s.fr.) má vera á sama neti sum ChromeCast eindin er á. Kanna tí um telefonin er á sama WiFi-neti, sum ChromeCast er og tryggja tær at WiFi er tendrað á telefonini.
2. Browsarin má supportera ChromeCast. T.d. Google Chrome.
3. Apple IOS loyvir ikki at brúka stroyming gjøgnum ChromeCast frá einari heimasíðu ella web-app.
Hví finst ongin KVF app?
Vit eru greið yvir, at iPhone og iPad brúkarar gjarna vilja hava hetta, eftirsum tað ikki beri til at stroyma beint gjøgnum til t.d. ChromeCast.
Higartil hevur niðurstøðan frá okkara síðu verið, at tað er sera kostnaðarmikið at gera serstakar appir - bert fyri at fáa stroyming partin at rigga til iPhone.
Vit kanna tó støðugt hvørjir møguleikar eru, og hava havt ymsar royndarverkætlanir koyrandi.
Ætlanin er tó, at tilfar á kvf.fo skal verða tøkt í Appum til bæði Android og IOS. Vit kunnu to ikki siga nágreiniliga nær hetta hendir.
Sendingar á heimasíðuni
Felags fyri alt talgilt tilfar á heimasíðuni er, at tað er tøkt í fleiri góðskum. Vanliga er tað so, at títt tól og servararnir á KvF sjálv finna útav, hvat títt internetsamband orkar at flyta og velja góðskuna hareftir.
Sum oftast ber tað eisini til at taka sendingar niður í tí góðsku, tú ynskir, umframt at nógvar sendingar eisini eru tøkar sum poddvarp.
Sjónvarp
Flestu føroysku sendingarnar verða lagdar á heimasíðuna. Tað er ymiskt, nær sendingarnar verða lagdar út. Í høvuðsheitum er hetta galdandi:
- Beinleiðis sendingar verða lagdar út ein til tveir tímar aftan á, tær eru sendar. Hetta er orsakað av, at tað kann taka langa tíð at gera tilfar klárt til heimasíðuna.
- Aðrar sendingar eru vanliga tøkar samstundis, sum sendingin er í vanligu skránni – onkuntíð fyrr.
Útvarp
Ikki allar sendingar eru tøkar á heimasíðuni. Tilfar, ið ikki verður lagt út, er sovorðið sum náttarrásin og summar aðrar tónleikasendingar. Summar beinleiðis sendingar verða heldur ikki lagdar út í heilum líki, t.d. GMF – har verða einstøku søgurnar lagdar á heimasíðuna so hvørt.
- Útvarpstíðindi eru vanliga tøk nakar minuttir eftir, at tíðindini eru liðug.
- Aðrar sendingar eru vanliga tøkar innan fyri ein tíma eftir, at tær eru sendar.
Hví er ikki alt tilfar tøkt sum poddvarp?
Hvør einstøk sendingarøð skal ígjøgnum eina góðkenning frá Apple, áðrenn tað ber til at gera tilfarið tøkt til poddvarp. Í sambandi við at KvF ger broytingar í sendiflatuni, t.d. tá skift verður millum summar- og vetrarskrá, skal støða takast til einstøku sendingarnar, um tær skulu á poddvarp ella ikki, og hetta kann taka nakað av tíð.
Umframt hetta krevst eisini, at tey, ið eiga rættindi til sendingina, geva loyvi til at leggja hana út sum poddvarp.
Hví kann ikki alt tilfar takast niður?
Á sama hátt sum við poddvarp, skulu tey, ið eiga rættindini, geva loyvi til, at sendingin kann takast niður.
Kann eg fáa beinleiðis leinki til stroymar?
Ja, á Netvarp síðuni ber til at síggja leinki til bæði útvarps- og sjónvarpsstroymar ið KVF framleiðir.