Um okkum

Um kvf css

Starvast í Kringvarpi Føroya?

Hevur tú áhuga fyri fjølmiðlum, tíðindaflutningi ella kanska fyrisiting ella KT? Leys størv verða lýst her.
Kringvarp Føroya er fremsti mentanarberi føroyinga og er sjálvstøðugur, almennur stovnur. Vit hava ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan, og vit viðgera tíðindi og týdningarmikil evni óheft av handilsligum og politiskum áhugamálum.
Okkara fremsta uppgáva er at framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. 
 
Vit hava umleið 80 fólk í føstum starvi býtt á fýra deildum:
• Aktuelt, sum veitir tíðindi og aktualitetssendingar til útvarp, sjónvarp og web
• Fyrisitingin, ið tekur sær av fíggjarstýring, bókhaldi, spølum, søvnum og øllum starvsfólkaviðurskiftum
• Tøkni, ið umsitur sendiútgerð, studiosendingar, ritstjórning av sendingum og KT-viðurskifti
• Mentan, sum ger dokumentarsendingar, tilfar til børn, um tónleik og til tað átrúnaðarliga økið, skrá til sjónvarpið og teksting.
 
Royndur journalistur til Kringvarp Færoya. Sí meiri her: Lýsing
 
Journalistar til Kringvarp Føroya. Sí meiri her: Lýsing