- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um okkum
Um kvf css
Kringvarp Føroya er ein sjálvstøðugur, almennur stovnur, ið skal miðla og mynda føroyska mentan í breiðastu merking
Endamálið hjá Kringvarpi Føroya er at veita eina public service-tænastu, sum savnar, undirheldur og ríkar.
Kringvarpið skal virka í fólksins tænastu, og tilfarið, ið vit framleiða, skal vera viðvirkandi til, at Føroya fólk gerst betur ført fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum, og málbólkurin fevnir um allar aldrar og áhugamál. Sendingarnar hjá Kringvarpinum skulu m.a. fevna um sakligan og óheftan tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald. Virksemið hjá Kringvarpi Føroya er óheft av politiskum, fíggjarligum og handilsligum áhugamálum.
Brúk er fyri einum óheftum public service-stovni, sum kann veita óheft tíðindi og góð mentanartilboð, sum styrkja savningarmegina í samfelagnum
130698
Grundarlagið undir uttanlandstíðindunum í Kringvarpi Føroya er í dag – eins og tað altíð hevur verið – tíðindastovur og altjóða miðlar, ið Kringvarpið metir sum álítandi
174997
Hvat er góður fjølmiðlasiður, og hvørjum fakligum dygdum arbeiða vit eftir? Fá meiri at vita her
130694
Útvarp Føroya var stovnað í 1957. Í 2005 vóru sjónvarpið og útvarpið løgd saman til stovnin, sum vit kenna hann í dag
130690