Arbeiðsgevararnir hava svarað

Arbeiðsgevararnir hava svarað
Fakfeløgini fara nú at viðgera svarið frá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

26.01.2012 - 12:22

Enn er ógreitt, hvussu støðan er á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava sitið á fundi fyrrapartin og viðgjørt skrivið, sum Fakfelagssamstarvið sendi teimum í gjárkvøldið.

Svarið varð sent teimum nakað fyri klokkan 12.

- Málið er avgreitt frá okkara síðu. Vit hava svarað nøkrum spurningum, sum vóru settir okkum, og meira kunnu vit ikki gera, sigur formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Hvørki hann ella Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vilja siga nakað innihaldið í brævaskiftinum millum partarnar.

Men Heðin Mortensen sigur so mikið, at talan er um smálutir - bagatellir. Talan er um nakrar smálutir, ið ikki vóru við í semingsuppskotinum, sambært formanninum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Beint áðrenn tíðindini byrjaðu, fingu Útvarpið SMS-boð frá Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, sum boðar frá, at tey ikki kunnu koma við viðmerkingum til støðuna, tí svarið frá arbeiðsgevarunum skal viðgerast fyrst í Fakfelagssamstarvinum.

Og sum skilst eru fakfeløgini farin á fund at viðgera svarið frá arbeiðsgevarunum. Ikki er greitt, um fakfeløgini hava fingið freist at svara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Týsdag 7. juli
RagnarRokk: Paul Gilbert um WROC
210595
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521