Vilja hava semju við arbeiðsgevararnar

Vilja hava semju við arbeiðsgevararnar
Fakfeløgini vænta at koma við eini fráboðan til limirnar seinni í dag

26.01.2012 - 15:03

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum vilja nú hava at vita, um tað ber til at gera semju við arbeiðsgevararnar um ein nýggjan sáttmála, hóast tey vrakaðu semingsuppskotið í gjárkvøldið.

Nevndirnar í feløgunum viðgera enn svarið frá arbeiðsgevarunum, sum tey fingu stutt fyri middag, og feløgini vænta at koma við eini ítøkiligari fráboðan til limirnar seinni í dag.

Tað sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Hon sigur, at feløgini vilja hava nakrar broytingar í semingsuppskotinum, og tað eru hesar broytingar, sum feløgini eru í brævaskifti við arbeiðsgevararnar um.

Hóast semingsmenninir góvu skarvin yvir í gjárkvøldið, eru teir framvegis tøkir, og partarnir kunnu heita á teir um at taka semingian uppaftur, men møguleikar eru eisini hjá pørtunum sjálvum at finna eina semju, sigur Selma Ellingsgaard.

Útvarpið fylgir gongdini í tíðindunum, og sjónvarpið viðger eisini málið í Degi og Viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598