Álitisfólkini verða kunnað í dag

Álitisfólkini verða kunnað í dag
Tað gongst illa at fáa nakað at vita um gongdina í samráðingunum millum partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, men í dag verða álitisfólkini í feløgunum kunnað

27.01.2012 - 08:50

Fakfeløgini hava framvegis ikki tikið støðu til, hvat nú skal henda í sáttmálasamráðingunum.

Tey fýra feløgini, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava kallað síni álitisfólk á fund í dag. Tá hesir fundir eru lidnir, fara nevndirnar í feløgunum at taka samanum í kvøld.

Tað er púra ógreitt, hvussu langa tíð, feløgini skulu brúka afturat fyri at finna fram til sáttmálar í staðin fyri teir, sum fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Í gjár viðgjørdu fakfeløgini svarið, tey fingu frá arbeiðsgevarunum um spurningar, tey sendu teimum mikukvøldið.

Einki fæst at vita um, hvat partarnir eru ósamdir um nú. Heldur ikki, hvat arbeiðsgevararnir, sum eru Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelag, hava góðtíkið. Arbeiðsgevararnir góðtóku semingsuppskotið. Men tað gjørdu fakfeløgini ikki.

Brævið, sum fakfeløgini sendu arbeiðsgevaranum, var sama brævið, sum tey góvu semingsmonnunum seinnapartin mikudagin. Í brævinum stendur, hvat fakfeløgini vildu hava við í semingsuppskotið fyri at góðtaka tað. Men sambært Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starsvmannafelagnum, vildu semingsmenninir ikki vita av brævinum, tí teirra arbeiði var liðugt.

Útvarpið bað í gjár Fíggjarmálaráðið um innlit í semingsuppskotið og í brævið, sum fakfeløgini sendu arbeiðsgevarunum fyrrakvøldið.

Men svarið var nei. Leiðarin á Lønardeildini, Snorri Fjalsbak, vísti til greinina í innlitslógini, sum sigur, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast, tá neyðugt er at verja fíggjarlig áhugamál hjá tí almenna.

Eingin, hvørki fakfelagsfólk, arbeiðsgevarar ella semingsmenn, vilja siga nakað sum helst um samráðingarnar.

Tá hendan trætan eina ferð er loyst, hevur Fíggjarmálaráðið 25 fakfeløg eftir at gera sáttmála við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521