Hægstirættur á fyrsta sinni til Føroya

Hægstirættur á fyrsta sinni til Føroya
Sjey hægstarættardómarar koma til Føroya í august at viðgera rættarmálið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar

27.01.2012 - 10:58

Fyri fyrstu ferð í søguni kemur Hægstirættur til Føroya at viðgera eitt rættarmál.

Hósdagin 16. august fara sjey Hægstarættardómarar at viðgera stóra rættarmálið um meirvirðisgjaldið av skrásetingargjaldinum fyri bilar.

Hægstirættur hevur tikið málið, tí talan er um eitt prinsipielt mál.

Hægstirættur skal, eins og Føroya rættur og Eystari landsrættur, taka støðu til, um TAKS ólógliga hevur kravt merivirðisgjald av skrásetingargjaldinum á 12.200 akførum í tíðarskeiðnum 1999-2005.

Fáa bileigararnir viðhald fer tað at kosta landskassanum yvir 100 milliónir krónur.

Málið er seks ára gamalt. Í Føroya rætti fingu bileigararnir viðhald. Men í Eystara Landsrætti 20. januar í fjør fekk TAKS viðhald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053