Fakfeløgini svara í dag

Fakfeløgini svara í dag
Semingsuppskotið, sum varð lagt fyri feløgini á arbeiðsmarknaðinum, dettur burtur á middegi

30.01.2012 - 08:48

Um nakrar tímar verður greitt, um okkurt av fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum fer í verkfall.

Tey fýra fakfeløgini, Pedagogfelagið, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fara í seinasta lagi á middegi í dag at svara Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hvat tey gera við semingsuppskotið hjá semingsmonnunum.

Tað er ikki óhugsandi, at okkurt felag í fakfelagssamstarvinum fer í verkfall, meðan onnur fara at skriva undir semingsuppskotið.

Sambært semingsuppskotinum, sum fakfeløgini higartil ikki hava viljað góðtikið, verður lønarsteðgur fyri allar almennar lønir yvir 30.000 krónur. Sambært upplegginum skulu tey, sum tjena minni enn 30.000 krónur um mánaðin, fáa  220 krónur afturat um mánaðin.

Semingsuppskotið, ið varð lagt fyri partarnar tíðliga mikumorgunin, er galdandi til á middegi í dag, tá tað dettur burtur.

Arbeiðsgevararnir - Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - góðtóku semingsuppskotið, men fakfeløgini søgdu seg ikki kunna góðtaka tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890