Petur Steingrund formaður í arbeiðsbólki hjá ICES

Petur Steingrund formaður í arbeiðsbólki hjá ICES
Arbeiðsbólkurin ger stovnsmetingar av týdningarmestu botnfiskastovnunum undir Føroyum

30.01.2012 - 16:12

Føroyar hava fingið formansskapin í arbeiðsbólkinum hjá ICES, sum m.a. ger stovnsmetingar av toski, hýsu og upsa undir Føroyum.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, verður formaður í nevndini næstu trý árini. Skipanin er, at formaðurin í arbeiðsbólkinum verður valdur fyri trý ár í senn. Londin skifttast um at hava formannin.

Arbeiðsbólkurin savnast í Keypmannahavn eina ferð um árið (apríl-mai) at meta
um støddina á fiskastovnunum við Eysturgrønland, Ísland, Føroyar og í
Irmingarhavinum. Talan er um tosk, hýsu, upsa, sild (við Ísland), lodnu (við
Ísland), svartkalva, stóra kongafisk og trantkongafisk.

Stovnsmetingin er síðan grundarlagið undir ráðgevingini hjá ICES, sum vanliga
er tøk um mánaðarskiftið mai-juni. Havstovan letur Fiskimálaráðnum sítt tilmæli
viðvíkjandi føroysku botnfiskastovnunum í seinasta lagi 15. juni á hvørjum ári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037