Væntar sáttmála við arbeiðskvinnurnar og Lærarafelagið

Væntar sáttmála við arbeiðskvinnurnar og Lærarafelagið
Leiðarin á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur, at sáttmálasamráðingarnar við Starvsmannafelagið kunnu fara báðar vegir.

30.01.2012 - 18:25

- Støðan er ógreið.

Tað sigur Snorri Fjallsbak, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, eftir fundin við Starvsmannafelagið seinnapartin.

Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið rokna nú við at frætta aftur frá Starvsmannafelagnum. Men enn er eingin tíðarfreist sett á, og heldur ongin nýggjur fundur avtalaður.

Spurdur um útlitini fyri einum nýggjum sáttmála við Starvsmannafelagið, sigur Snorri Fjalsbak, at tað kann kann fara báðar vegir.

Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skulu bæði á fund við Lønardeildina í morgin.

- Eg rokni við, at tey koma út higar at gera eina semju og skriva undir nýggjan sáttmála, sigur Snorri Fjallsbak við útvarpið í kvøld.

Snorri Fjallsbak sigur, at arbeiðsgevararnir eru sinnaðir at broyta smálutir í verandi sáttmálauppleggi, men  talan verður ikki verður um at gera munandi broytingar í tí semingsuppskoti, sum arbeiðsgevararnir góðtóku, men fakfeløgini vrakaðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820