Arbeiðskvinnurnar hava gjørt nýggjan sáttmála

Arbeiðskvinnurnar hava gjørt nýggjan sáttmála
Starvsmannafelagið og Lærarafelagið tingast framvegis við arbeiðsgevararnar

31.01.2012 - 16:04

Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaði fyri løtu síðani undir sáttmála fyri sínar limir, ið arbeiða hjá tí almenna.

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, váttar fyri útvarpinum, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður. Felagið fer nú at kunna síni álitisfólk um nýggja sáttmálan, og áðrenn tað er gjørt, vil Vígdis Johannesen einki siga um, hvat stendur í sáttmálanum.

Nevndirnar í Starvsmannafelagnum og Lærarafelagnum eru í løtuni í Fíggjarmálaráðnum og tingast um ein nýggjan sáttmála. Bæði feløgini hava boðað frá, at tey eru sinnað at gera nýggjan sáttmála.  Starvsmannafelagið ætlar at gera ein eitt ára sáttmála.

Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður.

Mynd: Vigdis Johannesen er forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum í dag hevur skrivað undir nýggjan sáttmála fyri limirnar, sum arbeiða hjá tí almenna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890