Gongur betur at selja hús

Gongur betur at selja hús
Stjórin í Inni staðfestir, at fleiri hús eru seld fyrsta mánaðin í ár enn í januar í fjør

31.01.2012 - 14:42

Nú gongur betur at selja hús, og kanska er tað skattalættin, sum ger munin.

- Vit kunnu staðfesta, at vit hava selt fleiri hús í januar mánaði í ár enn í fjør, sigur Kára á Dunga, stjóri í meklarafyritøkuni Inni, við Dimmalætting.

Hon sigur, at tey kunnu ikki vísa á nakra serliga orsøk, at sølan er vaksin. Men fólk, sum hyggja at húsum, tosa ofta um skattalætta.

- Um tey gera tað í skemti ella ikki, er ilt at meta um, sigur stjórin í Inni við Dimmalætting.

Tá heimskreppan rakti fyri nøkrum árum síðani, ávirkaði hon eisini húsasøluna í Føroyum. Keyparin var varnari, hóast prísurin lækkaði. Tað hevur havt við sær, at hús hava staðið longur á sølulista

Kára á Dunga sigur, at nýggja lógin um brúkararvernd í sambandi við húsasølur hevur økt arbeiðsbyrðuna hjá meklarunum.

- Hetta er eisini ein fyrimunur, so øll vita, hvørji rættindi tey hava, sigur Kára á Dunga við Dimmalætting.

Seinni í ár kemur ein lóg aftrat, sum setir størri krøv til húsameklarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717