Landsverk fær fleiri veðurstøðir

Landsverk fær fleiri veðurstøðir
Nógvir støðir hava fingið skaða í ódnarveðrinum í vetur. Tær verða umvældar og nýggjar settar upp, og tá arbeiðið er liðugt, hevur Landsverk 26 veðurstøðir kring landið

31.01.2012 - 10:04

Fólk frá Landsverki hava sett eina nýggja veðurstøð við
Velbastaðháls, og um 14 dagar verður ein nýggj veðurstøð sett upp við
Oyndarfjarðarvegin fyri hana, sum koppaði í ódnini í november.

Eisini veðurstøðirnar á Høgareyni og Norðradalsskarði fingu skaða í
illveðrinum í vetur, og verða umvældar í næstum. Støðin á Høgareyni koppaði, og
bæði mastur, akkumulatorskáp og sólpallarnir fingu skaða. Tí er neyðugt at seta eina nýggja  sterkari mastur upp har. Veðurstøðin á Norðradalsskarði fekk skaða á
sólpallarnar, akkumulatorskápið og hitamátarin, og má eisini umvælast.

Meðan nýggjar støðir verða settar upp á hesum støðum, er veðurstøðin,
sum hevur staðið í økinum, har skúladepil skal byggjast við Marknagil, nú tikin
niður. Støðin hevur mátað veður og vind í sambandi stóru byggiverkætlanina við
Marknagil, og henda kanningaruppgávan er nú liðug.

Arbeitt verður miðvíst fram ímóti at fáa eina betri kunning til borgararnar
um veðrið í vetrarhálvuni, sigur Landsverk. Málið er, at øll, sum
hava veðurupplýsingar fyri neyðini, skulu fáa fatur á teimumso skjótt og lætt
sum yvirhøvur til ber allar tíðir á samdøgrinum.

- Sjálvt um byrjanartrupulleikar hava verið við veðurstøðunum, so hevur neyvt
eftirlit, tillagingar og støðug menning havt við sær, at vit hava nútímansgjørt
vetrartænastuna hjá Landsverki. Úrslitið er, at tænastustigið á kunningarøkinum
er hækkað munandi, samstundis sum vit hava spart pening, sigur Gunnlaugur
Sighvatsson á deildini fyri undirstøðukervii, sum hevur dagligu ábyrgdina av
veðurstøðunum hjá Landsverki.

Við nýggju og umvældu veðurstøðunum hevur Landsverk tilsamans 26 veðurstøðir kring landið, og tær veita upplýsingar um hita, vind, luftvætu, vætu á vegnum, avfall og lufttrýst 10. hvønn minutt alt samdøgrið. 15 støðir eru eisini útgjørdar við myndatóli.

Mynd: Veðurstøðin í Oyndarfirði koppaði í ódnarveðrinum í november. Ein nýggj støð verður sett upp um einar 14 dagar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343