Pedagogarnir helst einsamallir í verkfalli

Pedagogarnir helst einsamallir í verkfalli
Hini trý feløgini í fakfelagssamstarvinum fara væntandi at skriva undir nýggjan sáttmála við arbeiðsgevararnar í dag

31.01.2012 - 15:05

Pedagogfelagið verður eftir øllum at døma einasta fakfelag í almenna fakfelagssamstarvinum, sum fer í verkfall.

Starvsmannafelagið fer seinnapartin at skriva undir ein eitt ára sáttmála fyri sínar limir. Tað váttar Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Nevndin í felagnum fer í Fíggjarmálaráðið nú klokkan hálvgum fýra, og tá verður ein nýggjur eitt ára sáttmáli væntandii undirskrivaður.

Enn vil forkvinnan í í Starvsmannafelagnum ikki siga, hvat stendur í sáttmálanum - t.e., hvørjar broytingar felagið møguliga hevur fingið við í tað semingsuppskot, ið varð lagt fyri partarnar í síðstu viku, sum arbeiðsgevararnir góðtóku og fakfeløgini vrakaðu.

Fyrr í dag boðaði Lærarafelagið frá, at tey eru sinnað at skriva undir nýggjan sáttmála, og Havnar Arbeiðskvinnufelag fer væntandi eisini at skriva undir sáttmála fyri sínar limir á almenna arbeiðsmarknaðinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860