Vil hava danir at gjalda fyri ósprongda dynamittið

Vil hava danir at gjalda fyri ósprongda dynamittið
Johan Dahl, landsstýrismaður, góðtekur ikki, at flogvøllurin er yvirtikin við fjaldum útreiðslum

31.01.2012 - 16:26

Enn er ógreitt, hvør skal gjalda fyri at rudda gamla dynamittið við flogvøllin.

Í desember byrjaði brævasamskiftið millum Vinnumálaráðið og danska Ferðslumálaráðið um hetta málið.

Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnu- og samferðslumálum, sigur, at eitt skriv er sent til danska Ferðslumálaráðnum, har biðið verður um ein fund um málið. Enn er fundur ikki avtalaður.

- Vit hava greitt donsku ráðharrastovuni frá málinum og grundgivið fyri, at tað hevur latið okkum ein flogvøll við fjaldum útreiðslum. Ongin meining er, at vit skulu rinda fyri at fáa dynamittið burturbeint, sigur Johan Dahl, sum heldur ikki kann góðtaka, at fjalda dynamittið skal raka nýggju farstøðina á flogvøllinum.

Skal Vága Floghavn rinda fyri at beina ósprongda spreingievnið burtur, verður minni at byggja nýggju farstøðina fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672