Dregur út at seta stjóra

Dregur út at seta stjóra
Hóast ætlanin var, at nýggi forstjórin í Vága Floghavn skuldi taka við í dag, er starvið framvegis ikki sett. 43 umsóknir eru til starvið

01.02.2012 - 14:42

Tað dregur út at seta nýggja forstjóran í partafelagnum Vága Floghavn.

Ætlanin var, at nýggi stjórin skuldi taka við í dag, 1. februar,  men enn eru ikki allar setanarsamrøðurnar avgreiddar, og tí er starvið framvegis ósett.

Ikki færri enn 43 umsóknir komu til starvið, tá umsóknarfreistin var úti 2. januar. Tey flestu, sum hava søkt, eru mannfólk, men kvinnur eru eisini millum umsøkjararnar.

Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri P.f. Vága Floghavn, sigur við Dimmalætting, at fleiri umsøkjarar hava verið til setanarsamrøðu, men enn vanta nakrar samrøður.

Ein av fremstu uppgávunum hjá nýggja forstjóranum verður saman við nevndini at seta út kortið, hvussu Vága Floghavn kann rekast á  handilsligum grundarlag.

Síðani Dávur Reinert Hansen fór úr forstjórastarvinum í heyst, hevur Finnbogi Niclasen verið fyribils stjóri á flogvøllinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572