Fýra grannskoðarar missa løggildingina alt fyri eitt

Fýra grannskoðarar missa løggildingina alt fyri eitt
Fyribils setti stjórin á Skrásetingingini hevur nú tikið avgerð í nógv umrødda grannskoðaramálinum. Sjey grannskoðarar hava kært avgerðina

02.02.2012 - 13:04

Fýra grannskoðarar missa løggildingina treytaleyst, og hjá hinum fimm er afturtøkan treytað.

Standa teir kravdu próvtøkuna innan eitt ár, varðveita teir løggildingina.

Jákup Eyðfinn Kjærbo, sum løgmaður setti sum fyribils stjóra á Skrásetingini at kanna, um løggildingin, sum Løgtingsins umboðsmaður segði var latin grannskoðarunum ólógliga, kann takast aftur, hevur tikið endaliga avgerð í málinum.

Hjá teimum fimm grannskoðarunum er afturtøkan treytað, tí ivasamt er, um tað ikki er brot á mannarættindasáttmálan at taka løggildingina alt fyri eitt. Hesi fimm hava arbeitt sum grannskoðararar alla tíðina, síðani tey fingu løggildingina í 2007.

Hini fýra hava annnaðhvørt als ikki brúkt løggildingina, ella bara brúkt hana í stutta tíð.

Sjey av teimum níggju grannskoðarunum kærdu alt fyri eitt avgerðina hjá fyribils setta stjóranum á Skrásetingini til Løgmansskrivstovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858