Kunnu lata hálva millión í neyðhjálp

Kunnu lata hálva millión í neyðhjálp
Løgtingið hevur samtykt at hækka játtanina til neyðhjálp 200.000 krónur, so hon verður hálv millión krónur. Heilsumálaráðið umsitur nú játtanina

02.02.2012 - 10:53

Almennu Føroyar kunnu nú lata 200.000 krónur meiri í neyðhjálp.

Løgtingið samtykti við triðju viðgerð av fíggjarlógini at hækka játtanina út 300.000 upp í 500.000 krónur.

Undanfarin ár hevur Uttanríkisráðið umsitið játtanina til neyðhjálp, men nýggja samgongan hevur gjørt av, at  Heilsumálaráðið skal  umsita hesa játtan.

- Stóð tað til mín, lótu vit enn meira í neyðhjálp. Men sjálvsagt er tað ein kærkomin bati, at játtanin nú verður 500.000 krónur, eftir at hon hevur verið 300.000 krónur í nógv ár. Neyðhjálpin úr Føroyum er væl størri enn tað, tað almenna megnar at lata hvørt ár, tí vit eru so heppin at hava  virknar, privatar felagsskapir, sum gera eitt risa arbeiði at hjálpa neyðstøddum kring allan heim, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur brádliga raka úti í heimi. Hjálpin verður vanliga latin gjøgnum sjálvbodnar hjálparfelagsskapir, sum t.d. Reyða Kross og altjóða stjórnarfelagsskapir - eitt nú.Heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu Tjóðum, World Food Programme.

Latið verður eisini burtur av játtanini, tá áheitanir koma uttan úr heimi um at basa hungursneyð.

Heilsumálaráðið skal á hvørjum ári fáa atgongd til upplýsingar um, hvussu peningurin er nýttur, t.e. gjøgnum ársfrágreiðingar og roknskapir hjá felagsskapunum.

Mynd: Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum nú fer um at umista almennu neyðhjálpina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482