Løgmaður hittir íslendska uttanríkisráðharran

Løgmaður hittir íslendska uttanríkisráðharran
Kaj Leo Holm Johannesen og Össur Skarphéðinsson hittast í Reykjavík. Fundur verður í Hoyvíksráðnum, og føroyingar vilja sleppa at útflyta fleiri landbúnaðarvørur til Íslands

02.02.2012 - 10:41

Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, er í dag farin á fund við íslendska uttanríkisráðharran, Össur Skarphéðinsson íHoyvíksráðnum. Fundurin er í Reykjavík.

Hoyvíksráðið er formligi politiska samstarvspallurin undir Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland. Sambært sáttmálanum skulu regluligar fundir vera millum avvarðandi ráðharrar á uttanríkis- og handilspolitiska økinum. Slíkir fundir verða hildnir annaðhvørt ár í Føroyum og Íslandi.

Á skránni fyri fundin í dag er eitt nú føroyskur fiskiskapur eftir lodnu í íslendskum sjógvi, og ynski hjá føroyingum um at útflyta landbúnaðarvørur til Íslands, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin fara eisini at umrøða onnur uttanríkispolitisk viðurskifti av felags áhuga, eitt nú viðurskifti við ES og samstarvið í Útnorði og í Arktis.

Í Íslandi fer løgmaður eisini at nýta høvið at hitta Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, og takka henni fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin læt sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290