Sjúkrahúsini skulu býta viðgerðir millum sín

Sjúkrahúsini skulu býta viðgerðir millum sín
Í seinasta lagi 1. mars fær landsstýrismaðurin í heilsumálum tilmæli um, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum

02.02.2012 - 16:02

Nú skal greiði fáast á, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, upplýsti í tinginum í dag, at hann hevur sett ein arbeiðsbólk við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini at koma við einum tilmæli um, hvussu býtið av viðgerðunum skal vera, so tað slepst undan bíðilistum at sleppa í viðgerð.

Hetta verður fyrsta stigið í einum nýggum heilsupolitikki, og arbeiðsbólkurin skal eftir ætlan vera liðugur fyri 1. mars, segði Karsten Hansen.

Løgtingið viðgjørdi í dag eitt uppskot um verklagslóg at umbyggja og umvæla Klaksvíkar Sjúkrahús fyri tilsamans 15 milliónir krónur í trý ár, ella fimm milliónir um árið.

Meginparturin av virkseminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er í hølunum, sum vórðu bygd í 1928 og 1959 og -60. Hølisumstøðurnar eru vánaligar, trongar og sera ótíðarhóskandi, sigur Helsumálaráðið.

Karsten Hansen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at hann í ár fer at arbeiða við eini heildarætlan fyri, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum, og tillagingarnar, sum verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, samsvara við hesa ætlan.

Uppskotið er beint í Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360